Meðan alheimssamfelagið er á gosi um avgerðina hjá amerikanska forsetanum Donald Trump at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, so muga ísraelskir íðkarar enn einaferð staðfesta, at tað eru fleiri lond í heiminum, ið ikki eingongd ynskja at viðurkenna Ísrael sum eina tjóð.
Tá VM í snar- og kviktalv fer av bakkastokki í Saudi-Arabia í morgin, so verður tað nevniliga uttan luttøku frá ísraelskum telvarum. Ísraelsku telvararnir eru noktaðir atgongd til landið, tí Saudi-Arabia ikki viðurkennir Ísrael sum eina tjóð. Tað skrivar NRK.
Sjey ísraelskir telvarar høvdu søkt um visa til Saudi-Arabia, so at teir kundu luttaka í kappingini, ið verður frá 26. til 30. desember, men sambært Israel Gelfer, varaforseta í altjóða talvsamgonguni FIDE, so hava sjey telvarar fingið noktað innferðarloyvi.
Hóast Saudi-Arabia aldrin áður hevur lovað ísraelskum íðkarum atgongd til kappingar í landinum, so segði altjóða talvsamgongan í november, at tey gjørdu alt tað tey kundu fyri at tryggja, at allir telvarar fingu innferðarloyvi til arabiska landið. Hóast hetta ikki eydnaðist, so heldur kappingin tó fram sum ætlað.