Mikumorgunin nakað fyri klokkan níggju møtti tað danska parið upp í rættinum eftir at hava sitið í varðhaldinum síðan 19. november. Tvær tær fyrstu vikurnar av hesum tíðarskeiðnum vóru tey avbyrgd.
Tey eru ákærd fyri at hava smuglað 5 kilo av hassji, sum vórðu goymd í einum eykahjóli undir bilinum. Tey komu við Norrønu til Føroyar og skuldu bara steðga í nakrar heilt fáar dagar.
Ákæran er, at tey hava smuglað ólóglig rúsandi evni til landið við tí fyri eyga at selja tey víðari. 5 kilo av hassji hava eitt virði uppá góðar 600.000 krónur á gøtuni.
Bæði noktaðu seg sekan í hesum lógarbroti. Tó mótmæltu tey ikki, at hassjið var í bilinum.
Afturlatnar hurðar
Ákærin kravdi, at rættarfundurin varð hildin fyri afturlatnum hurðum. Hon legði dent á, at kanningarnar hjá løgregluni í hesum málinum ikki vóru lidnar. Tí hevði tað verið óheppið, um allir smálutir verða avdúkaðir. Verjin hevði ongar viðmerkingar til hetta ynskið.
Dómarin metti eisini, at tað var rímiligt at ganga hesum ynski á møti, og rættarhølini vórðu latin aftur.
Tá blaðið fór til prentingar, var rættarfundurin ikki liðugur. Meira verður at frætta um hetta málið í blaðnum í morgin.