Noktaði seg sekan í kynsligum ágangi

Rættarmálið móti einum bólki av monnum, ið eru skuldsettir og ákærdir fyri barnaporno, byrjaði í hollendeska býnum Amsterdam í gjár.

Ein av ákærdu monnunum er føroyingurin, Flóvin S. Olsen, og hóast onkur føroyskur miðil bar tey tíðindi, at hesin hevði játtað seg sekan í kynsligum ágangi móti einum 9 mánaðir golmum pinkubarni, er veruleikin hin júst mótsatti.

Hollendska tíðindakvinnan, Hanneloes Pen, ið starvast á blaðnum Heet Parool, sigur við Rás2, at Flóvin S. Olsen játtaði seg sekan í at hava barnaporno á telduni, men noktaði seg sekan í ákærunum um kynsligan ágang á børn og í at spreiða barnaporno.

Tað var í desember 2010, at høvuðsmaðurin í einum størri barnapornoringi, Robert M, sum hollendskir miðlar kalla hann, varð handtikin av løgregluni. Umvegis fartelefonia og telduskipanina – serliga inni á einum chatrúmi – fann løgreglan spor til føroyingin, sum varð handtikin í februar 2011.

Hanneloes Pen hevur fylgt málinum frá fyrsta degi av, men sigur, at hon frá nú av fyri tað mesta fer at fylgja við málinum móti Robert M.

Hon dugir ikki heilt at siga, hvønn veg sakarmálið móti føroyinginum fer at halla, men sigur, at hóast hann hevur verið løgregluni hjálpsamur í kanningunum, hevur hann eina rúgvu av prógvum ímóti sær.

Sakarmálið er sett av vara í sjey dagar, og í fyrsta umfari verður tað frá í gjár, tá tað byrjaði, og til í morgin, sum er triði dagur málið er á skrá.

Hoyrið samrøðuna við Hanneloes Pen niðanfyri: