Noktaði seg sekan

Muslimski prædikumaðurin Abu Hamza, sum Bretland útflýggjaði USA fyri nøkrum døgum síðani, noktaði seg sekan í øllum ákærum, tá hann kom fyri ein samveldisdómstól í New York í dag.

Í rættinum bleiv Abu Hamza ákærdur fyri yvirgangsvirksemi. Eitt nú ákæra amerikanararnir hann fyri at hava havt ætlanir um at skipa nakrar yvirgangsvenjingarlegur í USA. Legurnar skuldu brúka tilsvarandi legur hjá al-Qaeda sum fyrimynd.

Fýra aðrir menn vórðu sendir úr Bretlandi til USA sama dag sum Abu Hamza. Teir eru eisini ákærdir fyri yvirgangsvirksemi.