Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag nokta limum sínum at landa ídnaðarskipið Carlton Feløgini nokta eisini sínum limum at gera skipið klárt til fiskiskap ella at mynstra við skipinum, til viðurskiftini við Føroya Fiskimannafelag eru avgreidd.
Feløgini í Samtaki heita samstundis á onnur fakfeløg um at stuðla Fiskimannafelagnum í hesum máli.
Carlton fór av Klaksvík leygarkvøldið á svartkjaftaveiðu, hóast Fiskimannafelagið hevåi lagt skipið.
Avgerðin hjá fakfeløgunum merkir, at kemur Carlton á Fuglafjørð at landa, fara arbeiðsmenn har ikki at landa skipið.