Nokta at berjast

Teir seinastu dagarnar hevur sudanski stjórnarherurin verið fyri tveimum lemjandi ósigrum í bardaganum við uppreistrarmenninar í Darfur-landspartinum, skrivar ST-sendimaðurin Jan Pronk. Fleiri hundrað hermenn eru falnir ella tiknir til fanga, og herurin hevur tikið seg aftur. Jan Pronk skrivar eisini, at nógvir stjórnarhermenn nokta at fara í bardaga, og at stjórnin hevur svarað aftur við at geva fleiri generalum sekkin.