Magistarafelag Føroya hevur roynt at fingið avtalu við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um vaktarhald og úrtíðararbeiði á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hetta hevur ikki eydnast, og nú noktar Magistarafelag Føroya limum sínum at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Magistarafelagið ásannar í tíðindaskrivi, at hetta hevur við sær, at allar uppgávur á millum annað veterinera økinum á Heilsufrøðiligu starvsstovuni bert verða framdar í vanligari arbeiðstíð.
Avleiðingarnar fyri vinnuna kunnu hugsast at verða stórar, tí sjúkufyribyrgjandi arbeiðið á fiska- og djórasjúkuøkinum verður ikki gjørt uttanfyri vanliga arbeiðstíð.