Í januar í ár er hava bæði landskassin og kommunukassarnir fingið nokk so fitt meiri inn í skatti enn tey fingu í januar í fjør. Tað vísir ein uppgerð, sum Taks hevur gjørt yvir inntøkurnar av skatti í januar í ár, aftur ímóti í fjør.
Uppgerðin vísir, at kommunurnar fingu 105.240 milliónir inn í skatti í januar í ár og tað er 4,79% meiri enn í januar í fjør, tá ið tær fingu 100.430 milliónir inn í skatti.
Annars fekk landskassin 112.766 milliónir inn í skatti í januar í ár og tað 3,37% meiri enn inntøkan var í januar í fjør, tá ið hon var 109.085 milliónir.
Hjá smáu kommununum eru rættiliga stórar broytingar. Fugloy fekk 62,13% meiri inn í skatti, Kunoy fekk 41,02 % meiri í kassan og Hovs Kommuna fekk 28,95% minni inn í skatti.
Av størru kommunum fekk Eysturkommunan 12,60% meiri inn í skatti og Havnin fekk 2,81% meiri í inntøku í januar í ár, aftur ímóti í fjør.










