Løgreglan hevur havt rættiliga fitt at gera í nátt. Ella sum tey orða seg á løgreglustøðini: Tað hevur verið nokk so buldrasligt.
Nógv arbeiðið hevur staðist av at skilja fólk sundur, sum vóru farin til hendurs og í Eysturoy er ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning.
Ein maður verður kanska skuldsettur fyri harðskap í einum av skeinkistøðunum í Havn í nátt.
Ein maður fekk eitt glas í høvdið og stakk upp at bløða. Tey vita, hvør gav honum glasið í høvdið og í dag fer løgreglan at tosa við tann mannin í eini roynd at fáa eina samanhangandi mynd av, hvat fór fram.
Tey hava heldur eingi vitni til hendingina enn, so fyribils er ov tíðliga at siga um maðurin verður skuldsettur.
Men løgreglan tekur slík mál í stórum álvara, serliga tá ið gløs, fløskur, og onnur amboð verður brúkt í sambandi við harðskap.
Í einum øðrum skeinkistaði var løgreglan eisini og skilti tveir mans sundur, sum vóru farnir til hendurs. Annar av teimum hevði fingið eitt sindur av skaða, men tað endar ikki við eini skuldseting um harðskap