Í smiðjuni hjá Rógva Nielsen í Vestmanna hava teir tríggir smiðirnir nokk at gera, letur eigarin at.
Rógvi Nielsen hevur fyri stuttum keypt eitt fyrrverandi bilverkstað í Vestmanna, sum hann nú hevur gjørt um til maskinverkstað. har arbeiða tríggir mans. Tveir maskinsmiðir og ein bilsmiður.
Rógvi Nielsne letur at, at nokk er at gera i løtuni. At eitt nú alivinnan ikki ehvur tað so gott, merkja teir einki til, sum er, sigur hann. Tó so, at uppgávur fyri alivinnuna fáa tier at kalla ikki.
Men í aðrar mátar er nóg mikið a taka í. Teir arbeiða nógv vvs arbeiði, sigur hann. umframt annað, sum fellur fyri. Nógv arbeiði hava teir við smáum bátum, sigur Rógvi Nielsen, og onkur alibátur er korintin ímillum, treyðugt so.