Nokk at gera á Kósini

Tey er nokk at gera á flakavirkinum á Kósini. Tað er mest toskur og hýsa, tey hava. Toskurin verður allur saltaður

Á flakavirkinum Kósini í Klaksvík er nokk at gera. Arbeitt hevur verið regluliga alt ár, og útlitini eru ikki so galin í løtuni.
Tað er toskur og hýsa, tey arbeiða á Kósini, sigur Egil Johansen, innkeypari á vikinum. Hýsan verður fyri tað mesta skorin til flak. Tó verður tann smæsta hýsan send heil av landinum, sigur hann.
Toskurin verður allur saltaður. Bæði flaktur og sum flak. Í seinastuni hevur nógvur banktoskur verið á virkinum. Hann er komin frá línubátunum, og hann verður allur flaktur.
Saltfiskurin verður seldur til Spania, og hýsan fer á enska marknaðin.
Tað er sera trupult at selja hýsu í løtuni, tí trýstið á enska marknaðin er vorðið so stórt, sigur Egil Johansen. Fyrr var nakað væl selt til USA eisini, men tá dollarin var fyri ógvusligum falli í fjør, steðgaði tað mestum upp, og alt fer nú til Bretlands. Tí er prísurin eisini hareftir, sigur hann.
Egil Johansen letur at, at marknaðurin fyri frystan fisk er einki serligur í løtuni. Feskfiskamarknaðurin er heldur betri, metir hann.
Men á Kósini veður einki selt feskt. Hýsan verður fryst, og toskurin saltaður.
Nú nógvur saltfiskur hevur verið á virkinum, verður arbeitt í tveimum vaktum. Tey hava tí tikið nakað av fólkinumá flakavirkinum til at pakka saltfisk, sigur Egil Johansen.