Tað gongst illa hjá teirri stóru finsku fartelefonfyritøkuni Nokia. Í roknskapinum fyri annan ársfjórðing, sum bleiv kunngjørdur í dag, sæst, at teir tríggjar mánaðirnar hevði fyritøkan meiri enn 1,4 milliard evrur í halli ella fýra ferðir meiri enn í somu mánaðum í fjør.
Samstundis vísa tølini, at sølan hjá Nokia er minkað 19 prosent.
Nokia misti herfyri plássið sum heimsins størsta fartelefonfyritøka eftir at hava sitið á plássinum í samfull 14 ár.










