Nógvur vindur vestanfyri

Í Mykinesi er vindmegin upp í 30 metrar um sekundið

Kring alt landið er hann høgur í ættini. Nógva staðni er hann beinur norðan, og aðra staðni er hann útnyrðingur og upp aftur aðra staðni landnyrðingur. Tað verður kalt alt vikuskiftið, og tað er boðað frá kavaælingum.

Í løtuni er mesti vindurin í Mykinesi. Har sigur lv.fo, at vindmegin av norði erliggur millum 23 og 30 metrar um sekundið.

Á Noðradalsskarði er vindmegin 16-24 metrar um sekundið av landnyrðingi norði, og á Porkerishálsi er vindmegin16-23 metrar um sekundið av útnyrðingi norði.

Hitin liggur millum 1 og 6 stig. Lægsti hitin er á Gjáarskarði, og hægsti hitin er á Krambatanga.