Nógvur vindur um vikuskiftið

Petur Skeel, veðurfrøðingur, væntar nógvan vind um vikuskiftið.

 

Petur Skeel, veðurfrøðingur, væntar nógvan vind um vikuskiftið. Leygardagin og sunnudagin verður væntandi hvassur vindur av landsynningi. Leygardagin verður yvirhøvur turt, men seinnapartin verður regn. Seinnapartin sunnudagin verður tó nakað minni av vindi av útsynningi og ælingur. Hitin verður millum fimm og níggju stig.

 

Annars verður gul til stívt andøvsgul til og við fríggjadagin og hitin millum fýra og átta stig. Mikudagin og hósdagin verður yvirhøvur turt, meðan fríggjadagin verður regn av og á.

 

Mikumorgunin liggur ein hátrýstryggur yvir Føroyum og mennist nakað. Hósnáttina stendur hátrýstryggurin mest sum í stað.