Nógvur vindur um páskirnar

Mynd: Ingi Sørensen

Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst og brúgvaløg fram við Føroyum av vestri og hava við sær regn og vind. Serliga páskadagarnar verður nógvur vindur.

 

Fyrrapartin í dag verður eitt fleyr til gul av ymsum ættum, seinnapartin lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og támut, og fyrrapartin stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Í morgin øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, út á náttina av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og í kvøld regn ella ælaveður av útsynningi. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Skírisdag verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein útsynning og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, út á náttina upp í skrið, 20 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av suðri, út á náttina klárar hann í, tó okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Langa Fríggjadag verður framvegis upp í skrið, um 20 m/s, fyrrapartin, annars stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin snarar í ein sunnan. Samdrigið og ælaveður, men út á dagin skýggjað og um kvøldið regn av útsynningi. Út á náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, tó okkurt ælið, og hitin millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina makar hann vindin og verður av ymsum ættum. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður, hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Páskadag verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og vestri, 8 til 13 m/s, skýggjað og nakað av regni. Hitin millum 2 og 5 stig.

Mynd: Ingi Sørensen