Eitt lágtrýst sunnanfyri Ísland fer í ein norðan og dýpist. Hetta førir til nógvan vind yvir Føroyum frá mánakvøldinum. Síðani mennist eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum og veðrið í Føroyum gerst støðugari.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á, men seinnapartin yvirhøvur turt. Um kvøldið øtlar hann vindin og týsnáttina verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 metrar um sekundið. Sum frá líður turt og klárt. Hitin um 10 stig.
Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, sum tó makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 12 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum spakuliga makar niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og skýggjað, men onkrir sólglottar. Hitin millum 10 og 12 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, um náttina andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt, men yvirhøvur skýggjað, og hitin millum 10 og 12 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og skýggjað. Hitin millum 10 og 12 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 10 og 12 stig.