Nógvur tónleikur í Gøtu Kirkju

Tað verður nógvur tónleikur í kirkjuni í Gøtu í føstuni

Tað verður nógvur tónleikur í kirkjuni í Gøtu í føstuni.

Á føstuguðstænastuni mikukvøldið, fer Tóri Restorff Jacobsen at spæla celloverk eftir J.S.Bach, umframt annað.

 

Á teimum næstu føstuguðstænastunum fara hesi at spæla og syngja: Eystanljóð, Ólavur Jakobsen á guitar, Gøtu Kirkja Ungdómskór, Jósef Zachariassen á flygul og Bethania Kórið úr Gøtu.

 

Í apríl mánað fer kórið, Tarira, undir leiðslu av Petur Martin Johannesen, at syngja kórverkið, Missa Papae Marcelli, eftir Palestrina.

 

Tekniskt er hetta eitt sera krevjavjandi kórverk fyri sangararnar. Skírisdag fer kórið, Eystanljóð, undir leiðslu av Leif Hansen, at syngja stóra kórverkið, Requiem, eftir W.A.Mozart, og páskadag fer Ungdómskórið við Gøtu Kirkju, undir leiðslu av Símun Hammer, at syngja.

 

Seinni í ár fer kirkjan í Gøtu kirkja nýggja urgu.

Talan er um urguna, sum áður hevur staðið í Samuels kirkjuni í Keypmannahavn.

 

Urgan verður í løtuni gjørd í stand og útbygd hjá Husted Orgelbyggeri í Fredensborg. Tá ið hon er liðug, verður talan um størsta ljóðførið í Føroyum.

 

Í samband við nýggju urguna verða eisini fleiri tónleikatiltøk í kirkjuni, siga tey í Gøtu Kirkju.