Nógvur svartkjaftur sunnanfyri

Tey føroysku uppsjóvarskipini fáa nógvan svartkjaft vestan fyri Hebridurnar.

Fagraberg landar í løtuni umleið 2.900 tons til Havsbrún, og í annaðkvøld fara teir at landa Finn Fríða, sum kemur á Fuglafjørð í kvøld við umleið 2.500 tonsum.

 

Jupiter og Tróndur í Gøtu hava fingið uppí og eru á veg til Íslands at landa, Jupiter í Vestmannaoyggjunum og Tróndur í Gøtu á Fráskrúðsfirði.

Christian í Grótinum er á fiskileiðini sunnanfyri.

 

Arne Hansen, skipari á Finni Fríða, sigur við heimasíðuna hjá Jóanisi Nielsen, at havið kókar av svartkjafti sunnanfyri.