Fyrr í vikuni fingu Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði og Jupiter makrel- og sildaloyvi. Enn er tað kortini bara Finnur Fríði, sum hevur loyst, tí hann er farin at gera royndir eftir makreli og sild saman við Havstovuni.
Tey trý skipini hava rættiliga stóra makrelkvotu. Finnur Fríði kann fiska 16.711 tons, Tróndur í Gøtu 12.108 tons og Jupiter 10.898 tons. Sostatt er makrelkvotan hjá teimum trimum skipunum knappliga 40.000 tons.
Skipini hava eisini fingið loyvi at fiska sild, men her eru kvoturnar rættiliga misjavnar. Størstu sildakvotuna hevur Finnur Fríði, sum kann fiska 4.552 tons. Kvotan hjá Jupiter er 2.271 tons, meðan Tróndur í Gøtu hevur bara loyvi at fiska 373 tons av sild.









