Nógvir ukrainar rýma úr Donetsk

- Flytingin av íbúgvum úr krígsherjaða Donetsk fer at halda fram, sigur næsti maður á skrivstovu ukrainska forsetans, Kyrylo Timosjenko.

Ukrainsku myndugleikarnir hava heitt á íbúgvar í eystara parti av Donetsk í Ukraina um at rýma úr økjum, har harðir bardagar eru.

 

Orsøkin er, siga myndugleikarnir, at teir ikki kunnu veita vissu fyri, at tað fer at eydnast at veita íbúgvunum hita, tá veturin kemur.

 

Á ukrainsku forsetaskrivstovuni verður sagt, at fleiri enn 3000 fólk eru flutt úr økinum, harímillum út við 600 børn og 1400 kvinnur.

 

Kyrylo Timosjenko, sum er næsti maður á skrivstovu forsetans, sigur, at flytingin av íbúgvum úr Donetsk fer at halda fram.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.