Tá ið hann í heyst fór úr Føroyum, gav hann til kennar, at hansara skeið í HB var liðugt. Hann var aftur í Føroyum í sambandi við, at hann var heiðraður fyri at vera toppskjútti í fjør, og síðani hevur hann aftur verið í Danmark.
Tað er fyrrverandi HB álopsspælarin og toppskjúttin Mikkel Dahl, sum tað snýr seg um.
Nú sigur hann við tipsbladet.dk, at tíðindini um hvussu nógv mál hann skoraði í Føroyum eru farin víða, og at tað hevur aftur borið við sær, at tað eru feløg nógva staðni frá, sum hava fregnast um møguleikan at fáa hann í sín part:
-Eg havi ongantíð upplivað sovorðið. Fleiri enn 60 feløg hava spurt seg fyri, og nú snýr tað seg um at finna útav, hvat er høvdu og hæli á hesum, tí í fleiri førum er ivaleyst meiri talan um prát heldur enn ætlanir um sáttmála, sigur Mikkel Dahl við tipsbladet.dk.
Tað hevur vakt ans, at Mikkel Dahl í fjør setti met í føroysku landskappingini, tá ið hann skoraði 27 mál.
-Eg vóni, at talan skjótt fer at verða um ítøkiligar samráðingar. Talan er um feløg nógva staðni frá kring heimin og feløg, sum spæla á hægri støði, enn eg havi gjørt og feløg, sum spæla á lægri støði. Eitt nú feløg í Brasil og Meksiko og øðrum londum í Latínamerika, Ukreina, feløg á Balkan, onkur feløg í Asia og eisini í Íslandi.
-Í løtuni veit eg ikki, hvat hetta fer at enda við, men eg fjali ikki, at tað framvegis kennist spennandi at royna okkurt uttanfyri Danmark, sigur Mikkel Dahl við tipsbladet.dk.
Tað ljóðaði eitt skifti, at okkurt annað føroyskt felag enn HB var áhugað í Mikkel Dahl.
Frá á sumri í 2020 og fram til kappingarlok í fjør spældi Mikkel Dahl 37 landskappingardystir og skoraði 41 mál á besta HB liðnum.











