Nógvir øðrvísi jólasiðir í Póllandi

Tó er familjan eisini í hásæti, tá jól verða hildin í Póllandi, undirstrikar Agniezka úr Póllandi

Millum mongu samrøðurnar, sum vóru í jólaradio á Rás2 var eisini ein samrøða við Agniezku Lach Johannesen úr Póllandi, sum seinastu 20 árini hevur hildið jól í Føroyum.

 

Agniezka staðfestir, at tað er ein stórur munur millum jólasiðirnar í Føroyum, og jólasiðirnar í tí fólkaríka, katólska landinum, Póllandi. Tó undirstrikar hon, at eitt er felags við jólini í Føroyum, og í Póllandi, og tað er, at familjan verður sett í hásætið.

 

Í ljóðbrotinum undir myndini greiðir Agniezka frá teimum ymisku jólasiðunum í Póllandi.