Nógvir norðmenn hildu við KÍ

Meir enn tveir triðingar av lesarunum hjá norska VG hildið við KÍ

Størsti norski miðilin, VG bjóðaði brúkarunum hjá sær at geva til kennar um tey hildið við Molde ella KÍ í Champions League undankappingardystinum á Aker leikvøllinum í Molde.

 

Út við 29.300 atkvøddu, og beint undir 21.000 góvu til kennar, at tey hildu við KÍ.

 

Tað er hørð kapping millum fremstu feløgini í Noregi, og tað sást aftur í stuðlinum KÍ fekk frá fjepparum hjá øðrum liðum í Noregi.

 

Endaliga uppteljingin hjá VG sæst á myndini omanfyri.