Leygarkvøldið verður farið undir nýtt umfar av tónleikakappingini Sement, sum serliga er ætlað nýggjari tónleikarum og bólkum. Kappingin verður hildin á Reinsarínum í Havn.
Sambært fyrireikarunum hava 19 bólkar meldað til kappingina í ár, og úrvalið av bólkum er meira fjølbroytt enn áður. Tónlekasjangrur sum hip hop, tungmálmur, poppur, rockur og afro-poppur eru umboðaðar, og okkurt kór er eisini við.
Fyrsta umfar av kappingin verður leygarkvøldið, og tá luttaka Aggrasoppar, Volapück, Nafro, Simona Paula á Fríðriksmørk, Tórmóður og Brak. Byrjað verður klokkan 20.











