Nógvir bilar stóðu fastir í hálkuni

Fyrsti kavin er komin, og tað skapti trupulleikar í ferðsluni.

Savnsmynd

Í nátt fekk løgreglan ikki færri enn 50 uppringingar frá bilum, sum stóðu fastir í kavanum ella hálkuni um Gøtueiði í Eysturoy.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hetta var ímillum midnátt og klokkan 03 í nátt.

Men Landsverk kom ikki at hjálpa, tí har varð boðað frá, at Landsverk fór ikki at salta vegirnar fyrr enn klokkan 05. Tí hava nógvir bilar staðið á Gøtueiði í nátt.

 

Savnsmynd