Um 14-tíðina í dag loystu bátar í Vestmanna og sigldu yvir undir Vágalandið, haðanir bátasiglingin undir Fútakletti byrjaði fyri góðum hálvum tíma síðani.
Tá bátarnir hava lagt trygt til bryggju, verður bjóðað til ókeypis suppu í stóra tjaldinum, og her eru allir bátastevnugestir hjartaliga vælkomnir.
Klokkan 16 verður bjargingarroynd á vágni, og klokkan 16.30 verða ódnartøk, sum hesin kappróðurin verður róptur.
Nógv fólk hava leitað sær á bátastevnuna, sum verður hildin í allar fagrasta veðrið í Vestmanna.