Nógvir áskoðarar til allar steypafinalurnar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Eiler Einarson frá kappingarnevnd HSF´s fegnast

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi uppi í høllini á Hálsi fyrr í dag á Rás2 við Eiler Einarson úr Rituvík, sum er nevndarlimur í kappingarnevndini hjá HSF.

 

Eiler fegnast um, at fólk møta so væl upp til allar finalurnar, óannsæð kyn og aldursbólk. Hann staðfestir, at undirtøkan plagar at verða so góð sunnudagar, tá tær yngru finalurnar eru, at tað talt verður saman, so eru líka nógv fólk, og viðhvørt fleiri fólk og hyggja eftir hondbólti sunnudag, sum leygardagin, tá tær báðar stóru finalurnar hjá kvinnum og monnum verða leiktar.