Fyrr í kvøld loypti tað órógv á fólk, at tað brádliga fóru so nógvar sirenur ýla og at fleiri neyðsendarakfør fóru koyrandi ígjøgnum havnargøtur, bæði sløkkilið, sjúkrabilar og løgregla.
Men løgreglan sigur, at einki var á vási, tí talan var bara um venjing. Venjingin var á Landsvegnum uppi við Hvítanes, har tveir bilar skuldu havt stoytt saman og eldur kom í ein bil, samstundis sum at fólk sótu føst so bilurin mátti klippast sundur.











