Nógvar avlýsingar vegna veður

Veðurforsøgnin er ikki hugalig, og í morgin, nýggjársaftan, verður sagt frá vikdi og regni.

 

Strandferðslan boðar frá, at roknast kann við, at Smyril avlýsir siglingina í morgin, men at kunnað verður nærri um hetta seinni. Sagt verður soleiðis um leið 7:

 

Grundað á sera vánaliga veðurforsøgn kann roknast við, at ongin sigling verður á leið 7 í morgin, sunnudag 31. desembur. Um siglt verður, verður siglt eftir fráboðaðu broyttu ferðaætlanini.

 

 

 

Nógvar aðrar avlýsingar eru eisini og til ber at kunna seg um mongu avlýsingarnar á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, ssl.fo.

 

Avlýsingar fevna bæði um skip og bussar.