Nógv fleiri fólk hava fingið álvarsliga sjúku av kostískoyti, sum er selt í Føroyum, enn tey higartil hava hildið.
Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í nýggjari ávaring í dag.
Tann 15. oktober ávaraði Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti "OxyELITE Pro" og VERSA-1.
Ein orsøk er, at einstøk dømi eru um, at hesi kostískoyti kundi elva til livrabruna.
Men nú hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan fingið nýggjar upplýsingar um OxyELITE Pro, sum vísa, at hetta slagið av kostískoyti er nógv vandamiklari enn higartil mett.
- Nú er tað eru komið undan kavi, at tað eru væl fleiri tilburðir av akuttum livrabruna, hepatitis, enn tey higartil hava vitað um
Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at í USA eru 62 tilburðir av hepatitis, í Nýsælandi eru tveir tilburðir staðfestir og ein tilburður er staðfestir í Írlandi.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at hetta kostískoytið finst í fleiri sløgum av kostúskoyti , eitt nú OxyElite Pro Super Thermo capsules, OxyElite Pro Ultra-Intense Thermo capsules og OxyElite Pro Super Thermo powder.
Vøran verður marknaðarførd m.a. sum klænkievni.
Vil ein tryggja sær at eitt kostískoyti, klænkievni ella líknandi er í lagi, ber til at kanna eftir um vøran er undir eftirliti hjá danska matvørumyndugleikaum.
Hetta kann ein kanna sjálvur við at hyggja á heimasíðuni www.altomkost.dk
Heilsufrøðiliga Starvsstovsan sigur, at kostískoytini sum eru eru undir eftirliti í Danmark, síggjast á hesi slóðini: http://www.altomkost.dk/Kosttilskud/Register_over_registrerede_kosttilskud/forside.htm