Nógv tiltøk í Nólsoy á regatta

Í Nólsoy verður ymiskt á skánni, meðan regattaflotin liggur, og skipað verður eisini fyri tiltøkum, tá skip og bátar eru farin avstað aftur.

Regattaflotin, sum byrjar í Hvalba í annaðkvøld, fer úr Hvalba til Hvalvíkar.

 

Úr Hvalvík kemur flotin - træseglskip og gamlir motorbátar - út til Nólsoyar leygardagdagin 5. juli klokkan 13.

Fólk, sum vilja síggja skipini, verða eisini víst runt umborð, og børnini fáa spurnarbløð.

 

Klokkan 14.30 leygardagin bjóðar Tórshavnar kommuna kaffi og køkur til øll tey vitjandi á bryggjuni.

 

Drigið verður um vinning klokkan 15 millum innlatin spurnarbløð, og her er vinningur at vinna.

 

Klokkan 16 henda dagin loysa skip og bátar aftur úr Nólsoy og seta kós móti Runavík.

 

Í Nólsoy verður ymiskt á skánni, meðan regattaflotin liggur við bryggju, og eitt nú fara Spælimenninir í Nólsoy at spæla á bryggjuni.

 

Klokkan 16 verður báturin, Diana Victoria, sum Ove Joensen róði í úr Føroyum til Danmarkar í 1986, sýndur fram á heimaru bryggju. Her fer frásøgufólk at greiða frá túrinum hjá Ova og um lív hansara.

 

Ovasavnið verður eisini opið, og her verða eisini sýndir lutir, sum annars ikki standa frammi.

 

Portugisiska dorian í Nólsoy verður eisini sýnd fram, og her fer eisini eitt frásøgufólk at fortelja søguna um, hvussu portugisiska dorian endaði í Nólsoy.

 

Hóast regattaflotin fer úr Nólsoy aftur klokkan 16, halda tiltøkini í Nólsoy fram til út á kvøldið.

 

Klokkan 17.30 verður grillin uttan fyri Kunningarstovuna heit, og her hava fólk høvi at hava ymiskt við sær at leggja á grillina.

 

Bjarti Thomsen fer at hava framløgu í Ovasavninum um Nólsoyar Páll og um hansara tilknýti til Nólsoynna. Hetta tiltak verður klokkan 18.

 

- Tiltøkini eru øll ókeypis, men fólk eru vælkomin at lata eitt oyra í stuðulskassan hjá Ovasavninum, siga fyrireikararnir.

 

Lagt verður aftrat, at Ternan siglir úr Nólsoy klokkan 19.20.