Nógv svimja á Summarfestivalinum

Hvørt ár á Summarfestivalinum fyllist Klaksvíkin við fólki úr øllum Føroyum. Hetta merkist væl hjá Klaksvíkar Svimjihøll, og á hvørjum árið verður talið av gestum fýrafaldað.

Klaksvíkar svimjihøll er á tremur við gestum alla vikuna á Summarfestivalinum, og soleiðis er eisini higartil í ár.

- Vikan byrjaði øgiliga væl, men vit hava ikki havt so nógva vitjan í dag sum vit vantaðu, men tað er nokk av veðrinum, sigur Torkil, og leggur afturat at tað er serliga í morgin og leygardagin at tað plagar at verða fult av fólkið, og tað rokna tey eisini við í ár.

Torkil Mørkøre er dagligur leiðari í svimjihøllini í Klaksvík, og hann metur at tað serliga eru tjaldarar og fólk frá campingøkinum sum vitja høllina. Hetta merkir eisini, at tað serliga eru fólk aðrastes frá enn í Klaksvík, sum svimja hesa vikuna.

- Tað vísir seg at Klaksvíksjingar halda seg aftur tá festivalurin er, og tað er nokk tí at tey vilja geva pláss fyri fólkunum aðrastes frá, sigur Torkil.

Tað er serliga aftaná døgurða tá ið svimjihøllin opnar at tað eru nógv fólk, og so minkar tað so við og við tá ið tað nærkast nátturðatíð. Undir vanligum umstøðum kann man svimja so leingi sum man vil, men á Summarfestivalinum er svimjitíðin ein tíma.

- Hetta er fyri at tað skal verða meira flow í, og so at øll skulu sleppa til, sigur Torkil.