Í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús seinnapartin mánadagin, er serblað um Hús & Heim, og her eru nógv ymisk og stuttlig hugskot um mangt og hvat.
Nakað verður gjørt burtur úr, hvat plattar kunnu brúkast til, og her er tað bara hugflogið, sum setir mørkini.
Ikki er óvanligt at síggja, at fólk gera sær havamøblar, sengur, reolir, hillar - ja, enntá køkar úr plattum.
Vikublaðið hevur áður skrivað um mann í Froðba, sum hevur bygt dóttir síni eini heil sethús úr plattaviði!
Hetta er sami maður, sum nú byggir soni sínum hús úr øðrum endurnýtsluviði. Ein partur av stórviðinum til hesi húsini er fingin burtur úr niðurtøku av egningarskúrum í Hvalba.
Í handlum síggja vit viðhvørt fagurt málaðar plattar, sum handilsfólk brúka til at seta sínar vørur á. Hetta er kanska serliga kent í málingahandlum.
Í Vikublaðnum, sum kemur mánadagin, eru sum nevnt nógv ymisk hugskot í serblaðnum - Hús & Heim - sum lesarar hjá Vikublaðnum kunnu gleða seg til.
Her eru eisini nógv hugskot um orkusparing, bæði tá ræður um el og brenniolju.