Fyrr í kvøld var eldur í Elementvirkinum við Gjógv. Skjótt gjørdist sløkkuliðini væl mannaði, og tað tók teimum ikki langa tíð at fáa tamarhald á støðuni.
Nógv sløkkiliðsfólk og nøkur løgreglufólk vóru við Gjógv hesa løtu, meðan roykurin stóð út úr bygninginum.
Í góða veðrinum vóru eisini nógvir áskoðarar til tað virksemi, sum var, tá slangur vórðu rullaðar út, og roykkavarar gjørdu seg til reiðar at fara inn í bygningin.
Løgreglan veit ikki at siga, hvussu umfatandi skaðin á Elementvirkið við Gjógv er, men in.fo, sum var á staðnum við Gjógv í dag, tá sløkkiarbeiðið fór fram, fer at fylgja málinum.