Í morgun kom stórur russari inn á Klaksvík og legði at við hjálp av tveimum sleiparum á vestursíðuni, undir Norðborg. Úti á pollinum liggur stórt russiskt farmaskip, sum eisini skal leggja at ein av fyrstu døgunum.
Í Norðhavini liggur farmaskipið, Silver Ocean sum avskipar vørur frá frystihúsinum har. Eitt farmaskip fór hagani í síðstu viku við 1000 tonsum til St. Pætursborg.
Christian í Grótinum liggur eisini í Norðhavnini, men verður riggað til nýggjan túr í morgin. Norðborg er á veg inn við fullari last av Svartkjafti undan Føroyum.
Vanliga verður sagt, at havnalagið í Klaksvík er heilar 3 km – men tað legst afturat. Í Hesum døgum verður síðsta hond løgd á havnarlag, sum er 60 m til longdar millum Kósakaiina, sum er 360 m og Bedingskaiina, sum er 40 m. So nú ber kanska eisini til at siga, at Kósakaiin er ein lítlan hálvan kilometur til longdar.
Hav Streym kom til Klaksvíkar Sleipistøð síðsta týsdag at umvæla høvuðsmotorin og verður liggjandi alla næstu viku. Klaksvíkar Sleipistøð tekur eisini niður garnering og annað á Ågot, so betur ber til at meta um skaðan, skipið hevur fingið. Ástaðarfundur verður saman við tryggingini týsdagin, so tá ber kanska til at koma til eina niðurstøðu um, havt skal gerast – ella kanska ikki skal við skipið.
Tað er eisini tunnilsdagur í dag og nógvur ferðsla í býnum, umframt at handlar og matstovurnar eru væl fyltar við fólki.









