Nógv sild, men lítil makrelur

- Nótaskipini royna norðanfyri. Tey hava annars roynt víða um í føroyskum sjógvi, veit Varðin at siga.

Heimasíðan hjá Varðanum í Gøtu visti í gjár at siga, at Jupiter landar 1,420 tons av matsild í Kollafirði, og at Tróndur í Gøtu hevði sett kósina ímóti Tvøroyri - við 1200 tonsum av matsild.

 

Tróndur í Gøtu og Høgiklettur hava partrolað eftir sild.

 

- Enn er nógv sild at fáa í Føroyskum sjógvi, men nú er lítið og einki er at síggja av makreli, sigur Varðin.

 

Sagt verður, at Jupiter gjørdi trý tóv. Veðrið er gott á leiðunum norðanfyri.

 

- Nótaskipini royna norðanfyri á umleið 63N og 5V. Annars hava tey roynt víða um í føroyskum sjógvi, veit Varðin at siga.