Um eina góða viku skiftir Syðrugøta ham, tá ið G! Festivalurin aftur verður á skránni. Fyrireikararnar aftanfyri G! stremba á hvørjum árið eftir, at gera festivalin enn betur, og í ár er einki undantak. Ongantíð áður hava tað verið so nógvir útlendskur tónleikarar umboðaður á einum stað í Føroyum, í senn. Hetta er eisini fyrstu fer at G! Festivalurin umboðar fleiri høvuðsnøvn samstundis, ið eru kend kring allan heimin.
- Bæði Nabiha, Moddi, Malk de Koijn og Råfven síggjast aftur á fleiri festivalum uttanlanda sum høvuðsnøvn, men tó mugu vit ásanna, at Sister Sledge dregur sigurin heim sum høvuðsnavnið, av tí orsøk, at tey hava somikið kend løg, sigur Rasmus Borðoy, talsmaður og samskipari á G!
Eitt annað, ið er heilt serligt við G! Í ár er, at tað verður møguleiki fyri at upplivað nýggja spælistaðið, við heitinum Stjórastova, har tónar sum “rythm’n’blues, rock’n’roll, cumbia, surf, rockabilly” verður at hoyra. Eisini verður pallurin Grundin, ið er einasti 100% elektroniski pallurin, umboðaður á G!. Á hesum palli verða DJ's úr allari verðini, og teir koma at borðreiða við tónleiki, ið er harðari enn nakað fólk hava hoyrt, í mong ár.
- Bert tað at sleppa at umboða ein pall við einans elektroniskum tónleiki í 3 dagar er ein heiður fyri okkum, tí hetta er nakað, ið alsamt vindur meira og meira uppá seg úti í stóru verð, sigur Rasmus Borðoy.
Longu í morgin kemur felagsskapurin Bureau DeTours upp til Føroya og fara at byrja at byggja økið á festivalinum upp.
- Syðrugøtu ferð at líkjast meira og meira einum tilburði tikið úr einum filmi hjá Tim Burton við Andy Warhol og Mikines, báðum, sum framleiðslustjórum, sigur Rasmus Borðoy.
Onnur ár hevur tað ikki bert verið Føroyingar, ið hava havt áhuga fyri G!, men eisini fólk í útlondunum hava givið festivalinum ans. Hetta er eisini støðan í ár . Fleiri og fleiri fólk koma hendan vegin og vilja sleppa at uppliva G! Festivalin. Fyrireikararnar vita um fólk úr Ukraine, Portugal, Grikkalandi, USA og fleiri, ið gleða seg at koma til Føroyar at uppliva G! Í ár.
Spurdur hvat Rasmus, sum samskipari gleðir seg mest til, sigur hann seg serliga gleða seg til at hoyra allir teir ymisku bólkarnir, ið koma at spæla. Eisini til Diskoveitsluna á sandinum leygarkvøldið við Sister Sledge.
- Eg trúgvi at nógv fólk fara prógva dansikynstur ið tey ikki vóru klár yvir teirra kroppur kundi fremja, sigur hann, og leggur afturat at stemningurin um dagin, við fólki í pottinum, og góðum mati frá Hotel Føroyum, gevur eisini upplivingini ein heilt serstakan dám, ið er ringur at seta orð á.










