Nógv nýtt á skránni hjá SÁL

Felagið fyri føroysk sálarfrøðilesandi hevur fingið nýggja nevnd, við nýggjari forkvinnu, Helena Bjellvåg, á odda. Síðani nýggja nevndin varð sett er nógv nýtt hent fyri lestrarfelagið. Umframt at hava fingið nýggjar viðtøkur, ið verða lagdar fram á aðalfundi síðst í januar, hevur SÁL eisini fingið eina síðu á facebook.

 

Síðan, ið bleiv almannakunngjørd í gjárakvøldi, er longu dámd yvir 160 ferðir. Bæði núverandi og framtíðar føroysk sálarfrøðilesandi, og øll ið hava áhugað fyri tí sum SÁL tekst við, kunnu dáma síðuna, og harvið fylgja við í øllum arbeiðinum hjá SÁL. Eisini kunnu øll, ið hava áhuga til tess, seta seg í samband við SÁL á facebook síðuni.

 

- Vit eru øll sera spent upp á framtíðina hjá SÁL, og gleða okkum til at síggja um nýggja síðan hjá okkum verður nógv brúkt, sigur Helena, og leggur afturat at nýggja nevndin í SÁL hevur stórar ætlanir við felagnum framyvir.

 

Umframt síðuna tey hava á facebook, hava tey eisini ein privatan bólk, ið er ætlaður øllum føroyskum sálárfrøðilesandi, og verður nýttur til samskifti og annað, ið er viðkomandi fyri hesi.

 

 

Nevndin í SÁL er skipa soleiðis: Helena Bjellvåg (forkvinna), Paulina Petersen (næstforkvinna), Carol Symphor (PR-fólk), Beinta Atladóttir (kassameistari), og Heini Winther Johnsen (skrivari).

 

Øll, ið hava hug at fylgja við arbeiðinum hjá SÁL, kunnu gera hetta við at fara inn á facebook.com/salarfrodilesandi.