Nógv nýggj børn í ferðsluni

Løgreglan heitir á bilførarar um at vísa varsemi, nú nýtt skúlaár stendur fyri framman

Mánadagin verður fyrsti skúladagur hjá hópin av børnum kring landið.

 

Løgreglan hevur nú sent út tíðindaskrivi, har heitt verður á øll um at vísa størsta varsemi, so at børnini kunnu ferðast trygg í ferðsluni.

 

- Forskúlabørnini og børnini, sum fara í 1. flokk, eru bæði lítil á vøkstri og óroynd í ferðsluni. Tí er sera umráðandi at koyra við fyriliti.

 

Í samband við skúlabyrjan verður Politiið til staðar kring skúlarnar og ger kanningar. Politiið ger kanningarnar fyri at minna foreldur og aðrar bilførarar á at fylgja ferðslulógini við skúlarnar.

 

Serliga verður hugt eftir:

 

- ferð

- um børnini eru íbundin trygdarbelti og nýta rætta trygdarútgerð

- um førarin sjálvur er íbundin trygdarbelti

- um foreldur og avvarðandi minnast til at ansa líka væl eftir øðrum børnum, sum sínum egnu