Fyrireikararnir til Fólkafundin 2014 eru í holt við tær seinastu fyrireikingarnar til tann triðja fólkafundin av hesum slagnum, sum verður hildin í Føroyum. Á hesum sinni verður fólkafundurin hildin í tí nýggja tvíhallar-økinum við Løkin í Runavík.
Ólavur í Geil, sum er ein av fyrireikarunum er sera spentur uppá vitjanina hjá fyrrverandi danska uttanríkisráðharranum, Villy Søvndal. Ólavur fegnast eisini um, at undirtøkan er stór fyri fólkafundinum. Nógvir kjakfundir verða fyrireikaðir, umframt onnur tiltøk.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Ólav í Geil greiða frá.
(Mynd: runavik.fo)