Nógv hondbóltsfyrireiking komandi tíðina

Í samband við HM-undankappingina hjá A-monnum, sum verður í Føroyum 14-16. januar, eru A-landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller og toymið kring liðið í Føroyum í samband við fyrireikingarnar

Mynd: (HSF)

Í samband við HM-undankappingina hjá A-monnum, sum verður í Føroyum 14-16. januar, eru A-landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller og toymið kring liðið í Føroyum í samband við fyrireikingarnar. Í hesum sambandi skipar Hondbóltssambandið saman við venjarunum, fyri inspiratiónsvenjingum, fyrilestrum og fundum.

 

Hósdagur, tann 6. januar:

 

19.00 – 21.00 Inspiratiónsvenjing (U12) við Peter Bredsdorff-Larsen í høllini á Hálsi

 

Allir barna- og ungdómsvenjarar og onnur áhugaði eru hjartaliga vælkomin.

 

Fríggjadagur, tann 7. januar:

 

19.00 – 21.00 Kropslig venjing við Søren Lavrsen í høllini á Hálsi

 

Allir kropsligir venjarar, fysioterapeutar og ábyrgdarhavandi í feløgunum og onnur áhugaði eru vælkomin.

 

Mánadagur tann 10. januar:

 

18.30 – 20.30 Inspiratiónsvenjing (U16) við Lars Møller og Peter Bredsdorff-Larsen í høllini á Oyrarbakka Allir ungdómsvenjarar og onnur áhugaði eru vælkomin.

 

Týsdagur, tann 11. januar:

 

19.00 – 21.00 Venjarafundur við Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller í kantinuni í høllini á Hálsi

 

Fyri venjarum í Burndeildini og landsliðsvenjarum.

 

Mikudagur, tann 12. januar:

 

19.00 – 21.00 Málverjavenjing við Tom Jensen í Hoyvíkshøllini. Fyri øllum málverjavenjarum og ábyrgdarhavandi í feløgunum.

 

Mynd: (HSF)