##med2##
Hetta verður ein øgilig broyting fyri okkum, bæði privatfólk og vinnulív. Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, nú hann er á veg í hátíðarhald í sambandi við, at tunnilin verður skotin ígjøgnum nú um eina løtu.
Hann sigur, at hetta er úrslitið av einum dreymi, hann hevur hevur hesi seinastu 21 árini, tí tað var nevniliga longu í 2001, at hann nevndi møguleikan at fáa undirsjóvartunnil – men tá hildu nógv at hann var ørur í høvdinum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gerhard Lognberg greiða frá











