Nógv hægri skattainntøka í Vestmanna

Í juli var meirinntøkan 15,78 %, og higartil í ár er hon næstan 1,7 milliónir krónur ella 8,33 %

Fyribils skattainntøkan hjá Vestmanna kommunu er væl hægri higartil í ár, enn hon var tað fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. Í juli mánað var skattainntøkan lutfalsliga uppaftur nógv hægri, enn hon hevur verið í ár, tá ið sammett verður við í fjør.

Meirinntøkan higartil í ár er 1.664.530 krónur ella 8,33 prosent. Í juli var lutfalsliga meirinntøkan sammett við sama mánað í fjør 15,78 prosent hægri. Tað svarar til 496.631 krónur.

Higartil í ár er skattainntøkan í Kvívík eitt vet lægri, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør. Talan er um eina minni inntøku upp á 0,61 prosent ella 61.933 krónur. Í juli var fyribils skattainntøkan í Kvívík 8,97 lægri enn í juli í fjør. Talan er um minni inntøku henda mánaðin upp á 150.954 krónur.