Nógv full fólk í býnum í nátt

Tað hevur sett sín dám á arbeiðið hjá løgregluni í nátt

Tað hevur verið fitt av fólki í býnum í nátt og nógv av teimum hava somuleiðis verið full. Løgreglan sigur, at tað hevur eisini sett sín dám á arbeiðið hjá teimum í nátt. Nakrar ferðir hevur løgreglan verið uppi í, har fólk hava verið ólátað og ikki dugað sær hógv á skeinkistøðum og tey hava eisini í nøkrum førum fingið fólk á føtur aftur, sum hava verið avdottin.

 

Løgreglan hevur eisini verið á gátt í skeinkistøðunm, har var fitt av fólku, men kortini ikki so nógvfólk, sum tað onkuntíð hevur verið.

 

Løgreglan hevur eisini fingið eina fráboðan um harðskap, men tey vita ikki reiðiliga, hvat er farið fram. Tað, tey vita, er, at ein maður fekk skaða og fór á Landssjúkrahúsið til kanningar og fyri at skjalprógva skaðarnar. Hóast talan ikki var um álvarsligan skaða, var tað kortini nóg mikið til, at løgreglan tekur málið upp. Tey vita eisini, hvør gerningsmaðurin er og nú bíða tey eftir at partarnir í málinum vera avhoyrdir, og møgulig vitni við, fyri at vita, hvat vendir upp og hvat vendir niður.