Enn hava fólk við rørslutarni verri enn so líka góðam rætt til at koyra við Bygdaleiðum, sum onnur hava. Og enn er heldur eingin loysn í Eygsjón. Strandferðslan hevur nevniliga sett um treyt, tey, sum sita í koyristól kunnu ikki ferðast við Bygdaleiðum tá vindurin er meiri enn 15 metrar um sekundið.
Hetta merkir, at í roynd og veru kann eingin við rørslutarni brúka Bygdaleiðir meginpartin av vetrinum, tí tá er tað gerandiskostur, at tað er meiri enn 15 metrar um sekundið, sigur Jóhannis Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin.
Avleiðingin er, at skúlanæmingar við rørslutarni mugu koyrast til og frá skúla við privatum bilum og har mugu vinir, kenningar og familjan mugu traðka til. Í einstøkum føri hevur skúlin syrgt fyri koyring til og frá skúlanum.
Tí hevur hann spurt landsstýrismannin á økinum, Una Rasmussen, hvat hann ætla at gera við hetta og hví mismunur verður gjørdur á fólki í almennu samferðsluni.
Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið nýggjur sáttmáli varð gjørdur við busseigararnar um Bygdaleiðir í 2020, var tað eitt krav, at rørslutarnað skuldu kunna nýta bussarnar, og at bussarnir tískil skuldu hava lyftu.
Í september í fjør heitti Landsstýrismaðurin á Strandferðsluna, og á Landsverk, um at fara í samstarv við kommunurnar um at kanna umstøðurnar við steðgiplássini, og at gera eina ætlan fyri, hvussu tey kunnu betrast soleiðis at rørslutarnað skulu hava góðar umstøður at ferðast.
Landsstýrismaðurin sigur, at ein stórur partur av vegunum eru kommunalur, og Landsverk og kommunurnar hava samskift um steðgiplássini, eitt nú um, hvar tey skulu vera og hvussu tey skulu síggja út. Men er arbeiðið ikki farið í gongd, sigur Uni Rasmussen.
Strandferðslan hevur ábyrgdina fyri, at ferðafólk kunnu ferðast trygt við bussum og skipum. Í hesum vísir Strandferðslan á, at nógv steðgipláss eru lítil og ikki vard móti vindi og regni. Tí er tað ikki vandaleyst tá ið rørslutarnað skulu skifta buss og onkuntíð eru tey komin í eina keðiliga støðu.
Strandferðslan og bussfeløgini hava tí sett mark fyri, nær rørslutarnað kunnu koyra við Bygdaleiðum og tað markið er sett til 15 metrar um sekundið í miðal. Men kortini verður mett út frá umstøðunum við steðgiplássið sum heild, um tað er forsvarligt at ferðast ella ikki.
Hann sigur eisini, at hann leggur dent á, at hetta verður avgreitt og at hann fer at virka fyri, at neyðug játtan verður til endamálið, soleiðis at øll kunnu ferðast trygt og væl um alt landið.