Føstulávint er og tað eru nógvar tunnur slignar niður í gjárkvøldið. Og løgreglan sigur, at tað merktist hjá teimum, tí tað hevur verið rættiliga nógv av fólki í býnum í nátt.
Og løgreglan sigur, at tað var eisini týðiligt, at fólk hava drukkið aftur við tunnusláttrinum, tí tað hevur eisini verið rættiliga nógv av fullum fólki í býnum – meiri enn enn eitt vanligt leygsarkvøld.
Tað hevur elvt teimum til nakað av arbeiði, tí tey eru ikki so fá, sum vóru so drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi. Tískil hevur løgreglan hjálpt nógvum fólki, sum hava ligið ymsastaðni, á føtur í nátt, og nøkur eru koyrd til húsar.
Einar tvær ferðir komu fólk eisini til ilnar, men í báðum førum eydnaðist løgregluni at leggja upp ímillum og at fáa skilt partarnar og sent teir í hvør sína ætt, áðrenn bardagi tók seg upp.
Ein maður hevur fingið 1000 krónur í bót, tí hann vildi ikki siga løgregluni hvør hann var.











