Nógv fólk hava í dag vitjað Sjómannadagin í Klaksvík, har skráin hevur verið bæði fjølbroytt og áhugaverd.
Dagurin byrjaði, tá seglskipini, motorbátar og stóru útróðrarbátarnir komu at bryggju og aftaná bjóðaði Sjómannadagurin til stórt kaffiborð. Síðani tá hava bæði norðingar og fólk úr øllinum landinum hugna sær við fjølbroyttu og áhugaverdu skránni, sum Sjómannadagurin hevur bjóðað gestum sínum.
Eitt av teim mest vitjaðu tiltøkunum var Føroya størsta og átiligasta fiskabuffe við øllum góðum úr havinum. Her kundu fólk ókeypis fáa væl tilreiddan makrel, svartkalva, sild, havtasku, tosk, kavla, rækjur og mangt, mangt annað. Matarborðið var ókeypis og fólk stóðu í langari kø fyri at sleppa framat góða matinum. Onkur stóð enntá og bíðaði í nærum tveir tímar, men eftir viðmerkingunum frá teim mettu, sum longu høvdu fingið at eta, var hetta vert alla bíðitíðina.
Á stóra pallinum hava kappingar í hópatali verið á skránni, meðan børnini hava hugnað sær í góðveðrinum við livandi fiskum og undirhaldi av ymsum slag. Millum annað varð ymiskt action á sjónum og í stóra tjaldinum varð søgnin um Kópakonuna framførd, har bæði børn og vaksin fingu eina serstakliga livandi og áhugaverda frásøgn.
Sjómannadagurin er tó langt frá liðugur enn. Seinni í kvøld verður felagssangur við Hans Hjalta Skaale við fleiri og endar kvøldið við Dans på Brygga.