Nógv flestu føroyingar halda jól við familju

Eini fimm prosent av havnarfólki og av suðuroyingum fara at ferðast á jólum

<script id="infogram_0_jolaaftan-6932824" title="Jólaaftan" src="//e.infogr.am/js/embed.js?kgN" type="text/javascript"></script>

Nógv teir flestu føroyingarnir halda jól saman við familjuni. Tað vísir ein kanning, sum Spyr gjørdi fyri Sosialin nú ein dagin.

 

Kanningin vísir, at heili 95 prosent av føroyingum halda jól saman við familjuni. Spyr vísir samstundis á, at í Danmark eru tað 90 prosent, sum eru saman við familjuni á jólum.

 

Hinvegin er tað ongin av teimum spurdu í kanningini, sum sigur, at tey eru einsamøll á jólum, ella at tey ikki halda jól.

 

Kanningin vísir eisini, at nøkur fá fara at ferðast á jólum, men tað eru at kalla bara havnarfólk og suðuroyingar. Eini fimm prosent av havnarfólki, og at kalla tað sama av suðuroyingum, fara at ferðast á jólum. Tað eru bara nøkur heilt fá í Eysturoy, sum ferðast á jólum, og bara nøkur einstøk í Vágum og í Sandoy. Men tað er at kalla ongin norðoyingur fer burtur á jólum.

 

Tey, sum fara at ferðast, eru tey tilkomnu, og tey eldru. Tað eru eisini nøkur heilt fá, sum skulu arbeiða á jólum, tað eru yvirhøvur fólk í eldra endanum, sum arbeiða á jólum, vísir kanningin, Spyr gjørdi fyri Sosialin.