Løgtingsvalnevndin kunngjørdi í gjár endaliga listan yvir valevnir til løgtingsvalið. 169 valevnir stilla upp fyri sjey ymiskar flokkar, men tað er ójavnt býtt hvar tey ymisku valevnini búgva.
Um hugt verður eftir teimum gomlu valdømunum, so er tað ikki óvæntað, at flestu valevnir hava bústað í Suðurstreymi. 75 av teimum 169 valevnunum eru skrásett at búgva í Suðurstreymi. Tað er tvær ferðir so nógv sum gamla Eysturoyar valdømi, har 38 valevnir hava sín bústað.
Tað er í gamla Sandoyar valdømi at fægst valevnir stilla upp. Hóast tað eru sjey flokkar, ið stilla upp til løgtingsvalið, so eru bara fýra flokkar, ið hava valevnir á Sandoynni.
Hædd skal tó takast fyri, at lokala valfelagið hjá Javnaðarflokkinum hevur uppstillað eitt valevni á Sandoynni, ið hevur bústað aðrastaðni.
A | B | C | D | E | F | H | Tils. | |
Suðuroy | 3 | 4 | 3 | 1 | 2 | 1 | 14 | |
Sandoy | 1 | 1 | 1 | 1 | 4 | |||
Suðurstreymoy | 8 | 13 | 15 | 4 | 16 | 13 | 6 | 75 |
Norðurstreymoy | 3 | 2 | 1 | 1 | 2 | 1 | 2 | 12 |
Norðoyggjar | 4 | 2 | 3 | 2 | 3 | 1 | 1 | 16 |
Eysturoy | 7 | 6 | 6 | 8 | 5 | 2 | 4 | 38 |
Vágar | 2 | 2 | 2 | 1 | 2 | 1 | 10 | |
169 |