Nógv fleiri skip á Fuglafirði í ár

Fuglafjarðar havn er eitt stórt aktiv hjá Fuglafjarðar kommunu.

Tað hevur verið rættiliga nógv virksemi á havnalagnum hjá Fuglafjarðar havn í summar og í heyst, og sjáldan - ella kanska ongantíð - áður hava so mong skip vitjað á Fuglafirði í ein mánaða sum í august í ár.


- August er í øllum førum størsti mánaði í mínari tíð í Fuglafirði.

 

Tað sigur Rólant Højsted, havnarstjóri.

 

Hann vísir á, at í august hevði Fuglafjarðar havn vitjan av 134 skipum, harav 40 vóru útlendsk. Til samanburðar vóru 104 skip á Fuglafirði í august í fjør, harav 42 vóru útlendsk.

 

- Í bruttotonsum (brt.) var munurin ávikavist 298.942 í august í ár og 274.400 í august í fjør.

 

Havnarstjórin sigur, at eisini juli mánaði í ár vóru nógv fleiri vitjanir enn í sama mánaði í fjør.

 

- Vit høvdu 119 vitjanir í juli í ár og 72 í juli í fjør, leggur Rólant aftrat.

 

Hyggja vit samanlagt eftir árinum í ár fram til endan av august, var samlaða talið av skipum á Fuglafirði 577 móti 507 somu tíð í fjør.

 

- Samanlagt er talan um ein vøkstur í bruttotonsatalinum (brt.) í ár á umleið 62.000 tons, sigur Rólant Højsted.

 

Havnarstjórin væntar, at september mánaði verður góður, eins og hann væntar, at oktober og november verða tað eisini.

 

- Í september mánaða í fjør høvdu vit 90 skip, og í oktober høvdu vit 80, sigur Rólant Højsted.